Lækka skattaprosentið í Vága kommunu

Lækka skattaprosentið í Vága kommunu
Skattaprosentið lækkar, og loft verður ásett fyri, hvussu nógv foreldur skulu rinda fyri at hava børn í ansing í Vága kommunu.
 
25.11.2017 - 09:38

Skattaprosentið í Vága kommunu lækkar 0,5 prosent, og verður 22 prosent komandi ár. Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Barnafrádrátturin verður tann sami, fimm túsund krónur.

Býráðið hevur eisini sett loft á fyri, hvussu nógv foreldur skulu rinda fyri barnaansing. Loftið er 3000 krónur, saman hvussu nógv børn foreldur hava í ansingarskipanini hjá kommununi.

Vága kommuna ætlar at brúka góðar 11 milliónir til íløgur, sæst á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025