NorðurKorea hóttir

NorðurKorea hóttir
Heimurin er ørkymlaður eftir, at Norðurkorea aftur í farnu viku sendi eina rakett, sum stórt sæð kann raka mál í øllum heiminum.
 
04.12.2017 - 11:52

Rakettin varð skotin týsdagin í farnu viku, og hon skal hava ferðast 4.400 kilomatrar yvir jørðini. Er tað rætt, so fleyg hon 10 ferðir hægri enn altjóða rúmdarstøðin, ISS.

Og tí eru serfrøðingar samdir um, at um hon fleyg lægri, so hevði hon so at siga kunnað rakt mál á eysturstrondini í USA og eisini nærum øll mál á jørðini.

USA hevur mælt til at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea, men Rusland og Kina taka ikki undir við ætlanini.

Serfrøðingar eru á einum máli um, at støðan er spentari enn nakrantíð, og at dubbingin sum Norðurkorea stendur fyri, má takast í størsta álvara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457