Andstøðuflokkar sleppa ikki at stilla upp til val

Andstøðuflokkar sleppa ikki at stilla upp til val
Forsetin í Venesuela hevur gjørt av, at stóru andstøðuflokkarnir ikki sleppa at stilla up til komandi forsetaval, tí hesir boykottaðu kommunuvalið
 
11.12.2017 - 09:34

Forsetin í Venesuela, Nicolas Madura, hevur gjørt av, at størstu andstøðuflokkarnir sleppa ikki at stilla upp til forsetavalið næsta ár, tí flokkarnir boykottaðu kommunuvalið í kreppurakta landinum í gjár.

- Ein flokkur, sum ikki stillaði upp til valið í dag, sleppur ikki at stilla upp seinni, sigur Maduro sambært týsku tíðindastovuni, DPA.

Í summar vóru nógvar kravgongur móti stjórnini hjá Nicolas Maduro, og endin varð, at forsetin upploysti tingið, har andstøðan hevði meirilutan.

Val varð útskrivað, og nýggja tingið skuldi broyta grundlógina. Andstøðan boykottaði valið.

Tríggir av teimum størstu andstøðuflokkunum í Venesuela stillaðu heldur ikki upp til kommunuvalið í gjár, har 335 borgarstjórar vórðu valdir. 

Tí vunnu sosialistarnir stórsigur og hava tryggjað sær 90% av borgarstjórasessunum.

Andstøðuflokkarnir siga, at valið í gjár var ein glantrileikur.

Vanliga er forsetaval í Venesuela í desember, men Reuters skrivar, at forsetavalið í 2018 verður longu í fyrra hálvári. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444