Eingin landsroynd í 2018

Eingin landsroynd í 2018
Løgtingið samtykti sum fyrsta málið í dag, við triðju viðgerð, at landsroyndirnar skulu strikast næsta ár
 
11.12.2017 - 14:55

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, mælti annars í sínum uppskoti til, at tað í ávísum førum skuldi bera til at víkja frá kravinum um landsroyndir.

Mentanarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørdi uppskotið, men var ikki samd við landsstýriskvinnuna.

Nevndin tosaði við Kommunufelagið, Heim og Skúla, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum. 

Hoyringin gav ábendingar um, at semja er um, at landsroyndir eiga at halda fram, men brúk er fyri skotbrái at finna røttu KT-loysnina og eftirmeta landsroyndirnar sum heild. 

Tí helt Mentanarnevndin, at rættast er at avmarka lógarbroytingina til skúlaárið 2017-2018. 

Nevndin mælir tí til, at lógarbroytingin verður bara galdandi frá 1.januar til 1.juli 2018.

Tí ber bara til næsta vár í ávísum førum at víkja frá kravinum um landsroyndir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717