Val í Katalonia

Val í Katalonia
Val er í spanska landspartinum Katalonia í dag, og hóast talan er um eitt landspartaval, kann úrslitið vísa, hvussu nógvir katalonar vilja loysa
 
21.12.2017 - 09:44

Spanski forsætisráðharrin, Rajoy, koyrdi stjórnina í Katalonia frá eftir fólkaatkvøðuna um loysing í heyst, og skrivaði út val til landspartatingið.

Fleiri leiðarar á loysingaveinginum eru fongslaðir, og frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, hevur rikið valstríð úr Belgia, har hann hevur hildið til seinastu mánaðirnar. 

Evropa-tíðindakvinnan hjá danska kringvarpinum, Anna Gaarslev, sigur, at valið í dag snýr seg enn einaferð loysing, ella um Katalonia skal verða verandi í Spania. 

Veljarakanningar í Katalonina benda á, at hvørki loysingarflokkarnir ella flokkarnir, sum eru ímóti loysing, fáa meiriluta á valinum í dag. 

Hálv sætta millión fólk hava valrætt í Katalonia, og eygleiðarar vænta, at valuttøkan fer at seta met. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006