Semingsroyndin byrjað

Semingsroyndin byrjað
Klokkan 10 fór semingsstovnurin á fund við edagogfelagið og arbeiðsgevararnar í einari roynd at finna semju millum partarnar.
 
28.12.2017 - 10:37

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir ikki hava nakað ítøkiligt grundarlag, men at teir fara at vita, hvussu støðan er, og um partarnir eru komnir nærri hvør øðrum.

Føroya Pedagogfelag lýsti verkfall 12. desember fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum.

Men 14. desember svaraðu kommunnalu arbeiðsgevararnir aftur, tá tey lýstu verkbann á dagstovnunum, sum síðani hava verið stongdir.

15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.  Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.

Og nú klokkan 10 fer semingsstovnurin at gera enn eina roynd at vita, um arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru komin nærri einari semju.

Sáttmálin millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar fór úr gildi fyrsta oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391