Vit eiga at taka ábyrgd

Vit eiga at taka ábyrgd
Í seinastu gudstænastuni í Vatikaninum í ár hugleiddi Frans pávi um 2017
 
01.01.2018 - 12:45

Eitt ár, ið var plágað av kríggi, lygnum og órættvísi.

Soleiðis lýsti Frans Pávi 2017, tá hann í gjárkvøldið tók samanum farna árið. Hetta var undir seinastu gudstænastu hansara í ár, sum fór fram í Vatikaninum.

- Mannaættin hevur søplað árið burtur. Eitt ár, ið hevur borið brá av deyð, lygnum og órættvísi.

Soleiðis segði Frans pávi millum annað, tá hann í gjárkvøldið helt seinastu gudstænastuna í ár í Vatikaninum.

Somuleiðis førdi pávin fram, at kríggj hevur verið mest eysæddað tekini um ein stoltleika, sum er skilaleysur og einki kann gerast við. Onnur ting hava sambært pávanum eisini verið við til, at alt tað menniskjaliga og sosiala er versnað:

Vit mugu taka ábyrgd fyri alt framman fyri Gudi, okkara brøðrum og okkara skapan, segði Frans pávi.

Tá gudstænastan var liðug, fór pávin á Pætursplássið, har hann nýtti høvið at heilsa upp á tey mongu, sum vóru komin at lýða á.

Pávin, sum er religiøsur leiðari fyri 1,2 milliardir katolikkum, hevur í dag messu fyri at halda heimsdag kirkjunar fyri friði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730