Forsetavalið kann gerast søguligt

Forsetavalið kann gerast søguligt
Val er í Finnlandi í morgin, og sitandi forseti kann vinna í fyrsta valumfarinum - tað er ikki hent fyrr.
 
27.01.2018 - 16:52

Forsetavalið í Finlandi í morgin kann gerast søguligt, tí líkt er ikki til at nakar kann vinna á sitandi forsetanum, Sauli Niinistø, sum kann vera valdur í fyrsta umfarinum, og tað er ikki hent fyrr.

Skal Niinistø verða valdur á fyrra valumfarinum sunnudagin, so skal hann hava minst 50 prosent av atkvøðunum, og eftir kanningum at døma, so fær hann ríkiliga tað.

Verandi valskipan hevur verið í gildi síðani í 1994, og tað er ongantíð fyrr hent, at ein forseti er valdur eftir fyrra umfar, tað hevur altíð verið neyðugt við tveimum umførum.

Forsetin verður valdur fyri seks ár, og fær eingin minst 50 prosent av atkvøðunum, verður seinna valumfarið sunnudagin 11. februar millum tey tvey umboðini, sum fáa flest atkvøður í fyrra valumfarinum.

69 ára gamli Sauli Niinistø stillar upp aftur, og sambært meiningakanningum er hann greiður vinnari.

Sjey onnur stilla eisini upp til forsetavalið.

Yvir 50 prosent ætla at velja forsetan

Ein meiningakanning vísir, at 68 prosent av fólkinum fara at velja sitandi forsetan í fyrra valumfarinum og ein onnur kanning vísir, at 58 prosent fara at velja hann.
Tí verður ikki roknað við øðrum, enn at Niinistø fer at halda fram sum forseti í Finlandi.
Tann einasti sum kann hótta Niinistø verður hildin at vera Pekka Haavisto, men hann fær bert ávikavist 14 og 11 prosent í somu kanningum.
Teir báðir kappaðust eisini á valinum í 2012, men tá vann Niinistø.
Hann hevur í forsetaskeiðinum havt fleiri fundir við russiska forsetan, Vladimir Putin, tí finnar síggja stóran týdning í at hava góð viðurskifti við Rusland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797