Løgreglan mælir til ákæru

Løgreglan mælir til ákæru
Eftir 14 mánaðir er ísraelska løgreglan liðug við muturs-kanningarnar av Benjamin Netanyahu. Tilmælið hjá løgregluni er at ákæra forsetisráðharran
 
14.02.2018 - 09:45

Løgreglan í Ísrael hevur kannað ísraelska forsetisráðharrin, Benjamin Netanyahu, fyri mutur. Kanningarnar eru nú lidnar, og løgreglan mælir til at ákæra forsætisráðharran.

Netanyahu vísir øllum ákærum aftur og segði í almennari røðu í gjár, at hann fer at stilla upp aftur, og at hann hevur í hyggju at halda fram við at leiða landið.

Málið fer at vísa seg ikki at hava nakað uppá seg, sigur Nethanyau. 

Tað er nú upp til ísraelska ákæruvaldið, um forsetin verður ákærdur. 

Talan er um tvey mál. 

Annað snýr seg um, hvørt Benjamin Nethayaun hevur fingið dýrar gávur frá vinnuni. Hitt um hann hevur gjørt eina avtalu við eitt tíðindablað um at geva sær jaliga umtalu afturfyri at stuðla einum lógaruppskotið, sum fór at raka kappingarneytan meint.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040