Monica Lewinsky um Clinton: #MeToo

Monica Lewinsky um Clinton: #MeToo
MeToo-rørslan hevur havt við sær, at 44 ára gamla Monica Lewinsky hevur broytt áskoðan um samband sítt við táverandi forsetan, Bill Clinton
Monica Lewinsky og Bill Clinton í Hvítu húsinum í 1995, áðrenn sambandi millum tey gjørdist alment
 
27.02.2018 - 09:01

Lewinsky sigur nú við blaðið Vanity Fair, at forsetin gjørdi sær dælt av síni støðu, tá hon sum ung í 20'unum var í starvsvenjing í Hvítu húsinum, og hann var forseti í Amerika. 

- Tað, sum hendi millum meg og Clinton, var ikki kynsligur ágangur, hóast vit nú viðurkenna, at talan var um grova valdsmisnýtslu, skrivar Lewinsky í Vanity Fair.

#MeToo broytti alt

Í longri tíð hava kvinnur í øllum heiminum greitt frá ágangi, sum tær leggja menn, sum hava vald, undir at hava framt. Rørlsan, ið byrjaði við einum hashtaggi á sosiala miðlinum Twitter, tók dik á seg og fekk eisini veruligar avleiðingar - serliga í Hollywood. 

Fleiri viðurkendir sjónleikarar og filmsframleiðarar hava mist arbeiði vegna teimum mongu søgunum, sum kvinnur í hópatali hava greitt frá. 

Hesar frágreiðingar hava fingið Lewinsky at broyta áskoðan sum 44-ára gomul. Serliga hugsar hon um tann valdsmunin, sum var millum hana og táverandi forsetan, og hvussu hesin valdmunir hevur ávirka seg.

- Nú eri eg farin at hugsa um týdningin av, hvussu stórur valdsmunur er á einum forseta og einum persóni, sum er starvsvenjing í Hvítu húsinum, sigur hon.

- Hann var stjóri mín, hann var 27 ár eldri enn eg, og hann hevði nokk av lívsroyndum til at vita betri. Hann var á sínum professionella hæddarpunkt, meðan eg var í mínum fyrsta starvi eftir loknan lestur, sigur hon.

Lewinsky leggur kortini dent á, at hon leitar ikki eftir umbering fyri tað, sum hendi í Hvítu húsunum fyri 20 árum síðani. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203