Uppskot um tvær tíðindadeildir fyri tingið

Uppskot um tvær tíðindadeildir fyri tingið
Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera uppskot frá Fólkaflokkinum, um at tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir skulu vera í Kringvarpinum. 
 
28.02.2018 - 09:18

Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum, tá útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman í Kringvarp Føroya í 2004, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at frá byrjanini varð gjørt greitt, at samanleggingin skuldi ikki hava við sær, at tíðinadeildirnar skuldu leggjast saman.

Í kringvarpslógini frá 2006 varð ásett, at stovnurin skuldi hava tvær tíðindaeindir, men hetta varð ongantíð sett í verk, sigur Jógvan á Lakjuni.

Í 2010 varð reglan í kringvarpslógini um tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir broytt til tvær tíðindaredaksjónir, og orðið sjálvstøðugar varð tikið burtur.

Jógvan á Lakjuni sigur, at endamálið við uppskotinum er at fara aftur til upprunaliga ætlanina um at hava tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir, sum skulu tryggja størri fjølbroytni í tíðindaflutningin.

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11, skal løgtingið eisini viðgera eitt lógaruppskot frá Sambandsflokkinum um at liberalisera elorkuøkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392