Lønarmunurin í Fraklandi skal burtur

Lønarmunurin í Fraklandi skal burtur
Stjórnin í Fraklandi fer í herna móti lønarmuninum millum menn og kvinnur. Tað skal gerast við eftirlitsskipan fyri lønútrokning
Franska stórnin vil tryggja líkaløn
Mynd: savn  
 
10.03.2018 - 10:37

Uppskotið varð lagt fram í gjár, og nú fara partarnir á arbeiðsmarknaðinum at taka støðu til ætlanirnar.

Menn fáa í miðal 9 prosent meir í løn enn kvinnur í Frakland, - hóast tað fyri 45 árum síðani kom í gildi lóg um líka løn fyri líka arbeiði.

- Tað er ørt, at hetta er ásett við lóg og at javnstøðan ikki virkar í gerandisdegnum. Okkara mál er at fara frá fínum orðum til veruliga og fullkomna javnstøðu, segði franski forsætisráðharrin, Edouard Philippe, við BBC.

Franska fyritøkur fáa trý ár at rætta lønarmunin.

Sambært ætlanunum, fer franski staturin at strika tær fyritøkur, sum ikki hava megnað at taka burtur munin á løn til kvinnur og menn.

Fyritøkur, sum hava meira enn 50 starvsfólk, skulu seta serliga talgilda lønarskipan í verk. Við hjálp frá tøknini, ber so til at hava eftirlit við, um munur verður á lønini til kvinnur og menn.

Ætlanin er, at fáa fleiri og fleiri fyritøkur í hesa skipan.

Stjórnin fer eisini at herða eftirlitið fyri at tryggja, at fyritøkur veruliga nýta skipanina, skriva YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985