Russland svarar aftur

Russland svarar aftur
Russland vísur 23 bretskum diplomatum av landinum í kjalarvørrunum av at Bretland hevur útvíst 23 russiskum diplomatum.
 
17.03.2018 - 11:19

Russland vísur nú 23 bretskum diplomatum av landinum. 

Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið. Diplomatarnir skulu verða úr landinum um eina viku, tað skrivar dr.dk. 

Fráboðanin kemur í kjalarvørrunum av, at Bretland fyrr í vikuni vístu 23 russiskum diplomatum av landinum, aftaná eitt eiturálop á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttrina, Juliu, í bretska býnum Salisbury 4. mars.

Russland vil eisini hava Stóra Bretland at lata sendistovuna hjá sær í Sankta Pætursborg aftur.

Russland hevur higartil nokta fyri at hava nakað við álopið at gera, men Bretland hevur sett í verk revsitiltøk ímóti Russlandi. USA, Stóra Bretland, Frakland og Týskland sendu hósdagin út eina yvirlýsing, har tey vísa á, at tað er Russland, sum hevur skipað fyri eiturálopinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290