Sjúklingar kunnu fáa kannabis

Sjúklingar kunnu fáa kannabis
Læknar í Føroyum kunnu skriva út 11 heilivágar við kannabis í, sum sjúklingar kunnu fáa.
 
22.03.2018 - 09:30

Heilivágurin kann latast í Føroyum, men tó við treytum.

Vegleiðingin til læknarnar í Danmark og Føroyum er annars tann sama viðvíkjandi heilivági, sum kannabis er í.

Tað sigur Heilsumálaráðið í svari til Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger eitt uppskot til samtyktar hjá Miðflokkinumum um at brúka kannabis sum heilivág í einari royndarskipan sum ta, ið er galdandi í Danmark.

Tveir sonevndir tilbúningar eru við í royndarskipanini í Danmark, sum ikki eru loyvdir í Føroyum. Teir eru ikki skrásettir í Føroyum.

Hetta er blómur og topskot av plantuni Cannabis Sativa. 

Sjúklingurin skal gera te við hesum plantutilbúningi, ella anda inn damp við einum serligum fordampara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541