Dupultleiklut í sølu av jørð frá Bank Nordik

Dupultleiklut í sølu av jørð frá Bank Nordik
Rúni Vang Poulsen hevði dupultleiklut, tá Smyril Line herfyri keypti umleið 7.000 fermetrar av jørð frá BankNordik.
 
22.03.2018 - 18:01

Sum stjóri í Smyril Line bjóðaði Rúni Vang Poulsen uppá stykkið. Tilboðið varð viðgjørt í nevndini í BankNordik, har Rúni Vang Poulsen er næstformaður í nevndini fyri Bank Nordik.

1. mars boðar BankNordik frá, at bankin hevur selt stásiliga høvuðssætið á Oknarvegi í Havn til reiðaríið Varðan í Gøtu fyri 140 milliónir krónur. Umframt sjálvan bygningin eigur BankNordik eisini alt økið rundanum - tilsamans 27.000 fermetrar. Økið fylgdi við søluni.

Men har fór eisini ein annar handil fram. Smyril Line keypir okkurt um 7000 fermetrar av lendi frá BankNordik - og her ætlar flutningsfyritøkan at byggja eitt gistingarhús við 126 kømurum, sum skal standa liðugt í 2020.

Talan er enn um eina sonevnda "treytaða keypsavtalu", sum kemur í gildi, tá formlig viðurskifti sum frámatrikulering og broyting í byggisamtykt eru komin uppá pláss.

Stjóri og næstformaður

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, váttar fyri útvarpinum, at Smyril Line keypir hetta lendið frá BankNordik. Hann vil tó ikki upplýsa prísin.

Men Rúni Vang Poulsen er ikki bara stjóri í Smyril Line. Hann er eisini næstformaður í nevndini fyri BankNordik. 

Rúni Vang Poulsen kom í nevndina í BankNordik á aðalfundinum í 2015. Hann var tá formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum hevur eina uppgávu - at umsita almenna triðingin av BankNordik.

Sum formaður í Fíggingargrunninum fór Rúni Vang Poulsen also inn í nevndina í BankNordik, har hann á aðalfundinum í 2015 gjørdist næstformaður.

Hetta var árið, tá stórvask var í nevndini fyri BankNordik - øll sitandi nevnd við Klavs Rasmussen á odda varð koyrd til hús - og nýggj nevnd við Stine Bosse sum forkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni, varð sett í staðin.

Avtalu við sær

Á aðalfundinum í BankNordik í morgin fer Rúni Vang Poulsen úr nevndini í BankNordik. Fíggingargrunnurin frá 1992, sum fyri trimum árum síðani setti Rúna Vang Poulsen í nevndina, vil nú hava John Henrik Holm at umboða grunnin í nevndini. 

Men fráfarandi næstformaðurin hevur eina avtalu við sær, nú hann leggur frá sær. 

Eina avtalu um, at Smyril Line - har Rúni Vang Poulsen er stjóri - keypir umleið 7000 fermetrar av jørð frá BankNordik til at byggja hotell á.

Einki við handilin at gera

Rúni Vang Poulsen hevur ongar viðmerkingar til sín dupultleiklut. Ikki annað enn at hann sum næstformaður í nevndini í BankNordik einki hevur havt við handilin at gera.

Hann hevur ikki verið partur av viðgerðini, tá nevndin í BankNordik skuldi taka støðu til keypstilboðið frá Smyril Line.

Rúni Vang Poulsen vísir annars til forkvinnuna í BankNordik, Stine Bosse.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084