Túsundtals fólk mótmæla vápnum í USA

Túsundtals fólk mótmæla vápnum í USA
Túsundtals mótmælisfólk eru farin í gøturnar kring alt USA fyri at fáa vápnaeftirlitið hert. Tey flestu av mótmælisfólkunum eru ungir næmingar
Emma Gonzalez, umboð fyri næmingarnar í Marjory Stoneman Douglas High school í Parkland, tá hon helt sína røðu
Mynd: Reuters  
 
25.03.2018 - 10:37

Mótmælisrørslan, sum kallast "The March of Our Lives", byrjaði, eftir at 17 fólk lótu lív í einum skottilburði í einum skúla í Parkland í Florida 14. februar, tá ein 19 ára gamal drongur kom vápnaður í skúlan.

Umboð fyri næmingarnar í Marjory Stoneman Douglas High school í Parkland, Emma Gonzalez, helt eina røðu til høvuðstiltakið og mótmælisgonguna í Washington í gjár. Aftaná at hava reksað nøvnini á øllum offrunum upp, so var tøgn í seks minuttir og 20 sekund - sama tíð, sum tað tók at drepa tey 17 fólkini. Tað skrivar BBC. 

Tað verður mett, at heili 800.000 túsund fólk vóru samlað í Washington til høvuðstiltakið seinnapartin í gjár, sambært the Hill. Um vit samanbera við dagin, tá Donald Trump, forseti í USA, tók við starvi - Inauguration Day - so varð mett, at umleið 600.000 fólk vóru til setanina.

Fleiri enn 800 stuðulstiltøk vóru kring heimin, m.a. í Edinburgh, London, Sydney og Tokyo. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715