Kina lækkar tollin

Kina lækkar tollin
Samstundis sum handilskríggj millum Kina og USA lúrir, hevur forsetin í Kina lovað at lata upp kinesiska marknaðin fyri fleiri útlendskum feløgum
 
10.04.2018 - 08:12

Xi Jinping, forseti, segði í talu í morgun, at hann fer at lækka tollin á innfluttum bilum. Hann fer eisini at linka reglurnar fyri útlendskan ognarskap í bilídnaðinum.

- Vit fara at minka tollin á innfluttum bilum munandi, og samstundis lækka vit tollin á øðrum vørum, segði hann á árliga búskaparfundinum, Boao. 

Xi lovar eisini, at Kina fer at hækka markið fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í bilídnaðinum, og hann fer at seta ferð á arbeiði at lata upp fíggjargeira, sum Kina fyrr hevur lovað.

Nú vandi er fyri, at handilskríggj kann bresta á millum Kina og USA, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, seinastu vikurnar hótt við at leggja toll á kinesiskar vørur fyri 3 milliardir dollarar. Kina hevur svarað aftur við líknandi hóttanum. 

Donald Trump hóttir við at áseta toll, tí hann er ónøgdur við skeivleikan í handlinum millum londini bæði. Hann leggur Kina undir ikki at virða intellektuellu rættindini hjá amerikonskum fyritøkum.

Kina hevur meira enn 100 milliarda-yvirskot av handlinum við USA, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730