Ætla sær meira í løn í staðin fyri eftirlønina

Ætla sær meira í løn í staðin fyri eftirlønina
Gjaldið til Samhaldsfasta hækkar, so nøkur fakfeløg ætla niður i eftirlønini, og fáa pengamar her og nú
Nøkur fakfeløg ætla at taka av tilboðnum hjá Fíggjarmálaráðnum um at minka tvungnu eftirlønina.
 
23.04.2018 - 13:00

Eftirlønin hjá limunum í Akademikarafelagnum er framvegis 16 prosent.

Tað er hon, hóast felagið í hoyringarskrivi í desember í fjør saman við Búskapar- og løgfrøðingafelagnum og Yrkisfelagnum miðnámi sigur seg ætla at fáa eftirlønina lækkaða niður í 12 prosent, um lógaruppskotið um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta verður samtykt.

Uppskotið um at hækka inngjaldið er samtykt eina ferð í tinginum, men ein viðgerð er eftir.

Akademikarafelagið gjørdi sáttmála við Fíggjarmálaráðið fyri einum mánaða síðani. Og eftirlønin er framvegis 16 prosent.

BLF ikki samráðingar enn

Búskapar- og løgfrøðingafelagið er ikki farið til samráðingar enn.

Men felagið hevur í huga at krevja eftirlønina setta niður úr 15 í 12 prosent og fáa munin oman á vanligu lønina í staðin fyri.

Fíggjarmálaráðið hevur lækkað kravda markið fyri eftirløn niður í 12 prosent, so fólk tann vegin fáa pengar til at gjalda til Samhaldsfasta.

Nevndin í BLF fer at skipa seg seinnapartin í morgin eftir aðalfundin, sum var herfyri.

Felagið skal hava nýggjan formann ella forkvinnu, tí Jóhan Pauli Helgason hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram sum formaður felagsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804