Neyðugt við toppfundi millum USA og Norðurkorea

Neyðugt við toppfundi millum USA og Norðurkorea
Tað sigur kinesiska stjórnin, eftir at Norðurkorea hevur hótt við at avlýsa fundin millum Kim Jong-un og Donald Trump í Singapore 12. juni.
 
16.05.2018 - 14:22

Skal friður fáast í lag á koreansku hálvoynni og støðufesti tryggjast í økinum, er neyðugt at hava søguliga toppfundin millum USA og Norðurkorea.

Tað sigur kinesiska stjórnin, eftir at Norðurkorea hevur hótt við at avlýsa fundin millum Kim Jong-un og Donald Trump í Singapore 12. juni.

Felags hernaðarvenjingin millum USA og Suðurkorea í hesum døgum hevur fingið ilt í Norðurkorea.

Norðurkorea hevur heldur ongan áhuga at hitta USA, um treytin er, at bara Norðurkorea skal sleppa síni kjarnorkuætlan.

Men Lu Kang, sum er talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, heitir á norðurkoreanarar um at fara á toppfundin, skrivar tíðindastovan, AP.

Kina er tættasti sameindi hjá Norðurkorea, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur seinastu tíðina tvær ferðir verið í Kina og havt fund við kinesiska forsetan, Xi Jingping.

Amerikanska stjórnin sigur, at hon hevur einki frætt úr Norðurkorea, og tí verður hildið fram at fyrireika toppfundin.

Ætlanin var, at umboð fyri Norður- og Suðurkorea skuldu hittast í dag, men fundurin er avlýstur, tí Norðurkorea er misnøgt við hernaðarvenjingina.

Ein talsmaður fyri suðurkoreanska verjumálaráðið leggur dent á, at felags hernaðarvenjingin millum Suðurkorea og USA heldur fram, hóast Norðurkorea hevur mótmælt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863