Nýggj stjórn í Katalonia

Nýggj stjórn í Katalonia
Nýggi leiðarin í Katalonia, Quim Torra, hevur nú skipað stjórn í Katalonia uttanum katalonskar leiðarar, sum sita í fongsli ella eru í útlegd
Quim Torra hevur skipað nýggja stjórn í Katalonia - hesa ferð uttan ráðharrar, sum antin sita í fongsli ella eru í útlegd.
 
30.05.2018 - 07:17

Upprunaliga hevði Quim Torra valt fleiri ráðararrar, sum stjórnin í Madrid segði verða provokatión og sýtti fyri at góðkenna teir. 

Tað skriva fleiri spanskir miðlar og franska tíðindastovan AFP.

Undangongumaðurin hjá Torra, Carles Puigdemont, er í løtuni í útlegd í Týsklandi og hevur sjálvur víst aftur, at hann kundi verið valdur til stjórnarleiðara aftur.

Fyrr í hesum mánaðinum hitti Torra Puigdemont í Berlin. Og har segði Torra við fjølmiðlar, at undangongumaður hansara var rætti forsetin í Katalonia.

Fýra aðrir katalonskir politikarar, Jordi Turull, Josep Rull, Lluis Puig og Toni Comin, vórðu á upprunaliga listanum yvir politikarar, sum Torra vildi hava í komandi landspartastjórnina. Teir sita allir í fongsli í Madrid.

Teir eru eins og Puigdemont ikki partur av nýggju stjórnini, sum Torra skipaði í gjár.

Seks kvinnur og átta menn eru í nýggju stjórnini, skrivar spanska blaðið, El Pais.

Eftir fólkaatkvøðuna í fjør, har meirluti av katalonum tók undir við at loysa frá Spania, sendi stjórnin í Madrid sjálvstýrisstjórnina í Katalonia til hús.

Fyrr í hesum mánaðinum heitti Torra á stjórnina í Madrid um at lata Katalonia stýrismyndugleikan aftur, so at katalonsku politikararnir aftur kunnu stýra í landspartinum.

Men spanska stjórnin sigur, at Madrid fer at stýra í Katalonia, til nýggja stjórnin er skipað, sum Madrid vil hava hana at vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400