Einki disiplinermál reist í farloyvistíðini

Einki disiplinermál reist í farloyvistíðini
Einki disiplinermál er reist móti Bjarna Hammer, og einki agamál verður reist, so leingi Bjarni Hammer er í farloyvi frá starvi sum løgreglumaður
 
30.05.2018 - 12:36

Bjarni Hammer er løgreglumaður, men hann er í farloyvi frá sínum starvi, tí hann er valdur á løgting.

28. februar fór hann í farloyvi úr løgtinginum, tí løgreglan kannaði eitt mál móti honum. 22. mars fór Bjarni Hammer aftur á ting, løgreglan var liðug við sínar kanningar, og statsadvokaturin boðaði frá, at tey gjørdu ikki meira við málið.

Eftir stóð spurningurin, um løgreglan sjálv fór at føra eitt agamál, eina disciplinersak, móti Bjarna Hammer. 

Svarið upp á tann spurningin tvíbýtt. Annan partin av svarinum hevur John Kolbæk, fúti. Tað svarið sigur so mikið sum, at tað ikki er vanlig mannagongd at føra agamál móti vanligum løgreglufólki, sum eru í farloyvi frá sínum starvi. Bjarni Hammer er í skrivandi løtu í farloyvi sum løgreglumaður.

Harnæst er Kølbæk bundin av tagnarskyldu. Bjarni Hammer er vanligt starvsfólk, og John Kølbæk kann ikki siga nakað um ítøkilig starvsfólkamál.

Tað kann heldur eingin annar myndugleiki. Og har er tað, at hin parturin av svarinum fæst hjá Bjarna Hammer sjálvum.

Hann sigur í dag, at hann ikki hevur frætt nakað um nakað agamál móti sær í løgregluni. Tað sama sigur sakførari hansara Jógvan Páll Lassen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846