- Púra burturvið at taka fjórðu hæddina burtur

- Púra burturvið at taka fjórðu hæddina burtur
Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, um ætlanina at taka burtur fjórðu hæddina á býarbókasavninum
 
31.05.2018 - 16:31

Tað er alneyðugt at stimbra málið hjá børnum og áhugan fyri bókmentum og mentan sum heild. Tí er tað púra burturvið, at samgongan í Tórshavnar býráði nú ætlar at brúka fjórðu hæddina á Býarbókasavninum til kommunalar skrivstovur heldur enn til barna- og ungdómsdeild, sum ætlanin hevur verið, og sum Býarbókasavnið hevur fingið í hyggju, men sum býráðið nú ætlar at broyta.

Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum er í andstøðu.

Fyrisitingin skal hava fjórðu hæddina

Málið um fjórðu hædd á býarbókasavninum var á skrá til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráðið í síðstu viku, men tað var tikið av skrá saman við fleiri øðrum málum, og tí er støða ikki enn tikin til málið.

Men Fíggjarnevndin í býráðnum mælir til at broyta heildarætlanina fyri umbygging av Býarbókasavninum frá 2016, so hon ikki fevnir um fjórðu hædd. Heldur skjýtur fíggjarnevndin upp, at fyrisitingin hjá kommununi skal hava skrivstovur á fjórðu hædd.

Orsøkin til broytingina er millum annað, at landið, sum skal gjalda upp til helvtina av umbyggingini, ikki vil lata so nógv, sum kommunan biður um.

Starsvfólkini eru ónøgd

Men hesa broyting eru eisini starsvfólk á Býarbókasavninum sera misnøgd um og vístu í opnum brævi til býráðslimirnar á, at Býarbókasavnið fekk játtað fjórðu hædd fyri fleiri árum síðani og hevur síðani arbeitt við at lima hetta inn í bókasavnið.

Ætlanin hevur alla tíðina verið at nýta fjórðu hæddina til at betra um skrivstovuumstøðurnar hjá starvsfólkunum, til matpakkaøki til dagstovnar og einstaklingar, leikasavn til at lána leikur út, ævintýrarúm til djúphugsan og friðarløtur, spælirúm og ungdómsdeild, skrivar starvsfókini.

Ungdómurin hevur í løtuni ikki eina serskilda deild men einans nakrar bókahyllar.

Visiónsleyst 

Helena Dam á Neystabø vísir á, at í 2015 góðtók Býarbókasavnið, at íløgujáttanin til Býarbókasavnið í 2015 varð flutt til at gera nýggja KT-deild í Gamla Føroya Banka við tí treyt, at býarbókasvnið fekk fjórðu hædd í miðbýnum.

- Tey hava offrað sína egnu íløgujáttan fyri at vinna hesu hølini, og nú missa tey hølini aftur. Tað kann ikki góðtakast, sigur Helena Dam á Neystabø og greiðir frá, at heildarætlanin frá fyrstan tíð staðfesti, at Býarbókasavnið skuldi fáa fjórðu hæddina í samband við at byggja barna- og ungdómsdeildina út. 

- Tað haldi eg, vit skulu halda so rimmar fast við, tí Býarbókasavnið hevur ikki bestu umstøður, men tað hevur klárað at ment seg øgiliga nógv innan fyri teir karmar, sum eru, og vit hava skyldu til at útbyggja teir, sigur hon.

Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er visiónsleyst at brúka fjórðu hædd til skrivstovur heldur enn til stimbran av mál og mentan hjá børnum og ungum.

- Málmenningin er tann týdningarmiklasta menningin fyri, at børn skulu kunnu gerast sterkir og dugnaligir samfelagsborgarar, sigur Helena Dam á Neystabø og leggur afturat, at býráðið á sinni samtykti at gera eitt leikusavn í Býarbókasavninum, sum nú ikki verður til nakað, tí fyrisitingin hjá kommununi skal brúka hølini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751