Johnny fer frá sum kringvarpsstjóri

Johnny fer frá sum kringvarpsstjóri
Kringvarpsstýrið hevur í dag gjørt avtalu við Johnny í Grótinum um, at hann fer frá sum stjóri í KVF. Kári Sólstein verður fyribilsstjóri.
 
14.06.2018 - 19:45

Johnny í Grótinum fer frá sum stjóri í Kringvarpinum.

 

Hesum boðar formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen, frá í kvøld.

 

Í tíðindaskrivi sigur stýrisformaðurin soleiðis:

"Í dag hava Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørt avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú.

Inntil nýggjur stjóri er settur hevur Kringvarpsstýrið gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið."

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775