Eingin vil gjalda fyri eldsløkkingina á Tvøroyri

Eingin vil gjalda fyri eldsløkkingina á Tvøroyri
MEST fær ikki pengarnar fyri arbeiðið, sum báturin Samson gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic. Talan er um eitt prinsippmál, sigur býráðið
Samson
 
15.06.2018 - 12:05

Ósemja er um, hvør skal gjalda rokningina fyri arbeiðið, sum báturin hjá MEST, Samson, gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic fyri einum ári síðani. 

Tvøroyar kommuna vil ikki gjalda, tí býráðið heldur uppá, at eldurin var so mikið stórur, at hann kemur undir ta tilbúgving, sum landið eigur at gjalda.

Men landið vil heldur ikki gjalda rokningina.

Tí endaði hon aftur á Tvøroyri.

Rokningin er 205.000 kr., men pengarnir eru ikki avgerandi í hesum føri, sigur býráðið á Tvøroyri.

Sambært býráðnum, sum viðgjørdi málið í gjár, er talan um eitt "prinsippmál", ikki eitt pengamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650