Funnið leivdir frá heimsins elsta breyði

Funnið leivdir frá heimsins elsta breyði
Fornfrøðingar hava funnið leivdir av einum breyði í landnyrðingspartinum av Jordan. 
Fornfrøðiligt stað við báli, har leivdir frá verðins elsta breyði vórðu funnar.
Mynd: Reuters  
 
18.07.2018 - 14:12

Forkunnugu breyðmolarnir eru 14.700 ára gamlir, og tí er talan um heimsins elsta breyð, skrivar Reuters. 

Fornfrøðingar og søgufrøðingar hava higartil hildið, at tilvirkaður matur sum breyð hoyrdi bóndasamfelagnum til, og var ókent í steinøldini. 

Hildið hevur verið, at menniskjuni, sum livdu fyri 14.700 árum síðani, livdu av veiði og tí, sum tey funnu av villum berum og rótum, sum kundu etast. 

Breyðleivdirnar broyta tí okkara fatan av, hvat fólk livdu av síðst í steinøldini. 

Sambært Amaia Arranz-Otaegui, granskara á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, broytir breyðið okkara fatan av, nær bóndasamfelagið byrjaði, og menniskju gjørdu sínar fyrstu royndir at velta korn og grønmeti.

Elstu leivdirnar av tilvirkaðum breyði hava higartil verið nakrar 9.000 ára gamlar leivdir í Turkalandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488