Hotell stevnir avvarðandi

Hotell stevnir avvarðandi
Hotell-samtakið MGM Resorts hevur avgjørt av at stevna fleiri avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í einum hópdrápi í spælibýnum Las Vegas í fjør.
 
18.07.2018 - 15:10

Hotell-samtakið MGM Resorts hevur avgjørt av at stevna fleiri avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í einum hópdrápi í spælibýnum Las Vegas í fjør.

Stephen Paddock hevði leigað sær eitt kamar á einum gistingarhúsi, sum MGM Resorts eigur, og haðani skeyt hann frá hond eftir fólki, sum vóru á konsert. 58 fólk doyðu.

Endamálið við stevningini er at fáa umleið 1.000 fólk, sum hava stevnt hotell-samtakinum, at sleppa síni stevning. 

Tilsamans hava umleið 2500 fólk annaðhvørt stevnt ella hótt við at stevna hotell-samtakinum.

Tey siga, at trygdin á økinum, har tónleikafestivalurin var, var ikki nóg góð.

Men MGM Resorts sigur, at fyritøkan, sum skipaði fyri trygdini á konsertøkinum, hevði fingið góðkennning frá ráðharrastovuni fyri innlendskari trygd.

Avvarðandi at teimum, sum doyðu í hópdrápinum, siga, at tey eru skelkað av atburðinum hjá MGM Resorts.

- Hetta er ljótasta atferð, eg havi upplivað, te 30 árini eg havi verið advokatur, sigur Robert Eglet, sum umboðar ein av teimum avvarðandi.

Umframt tey 58 fólkini, sum doyðu, vóru 851 fólk særd í álopinum.

Hópdrápsmaðurin, Stephen Paddock, beindi síðani fyri sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358