Ný Sæland: Forða útlendingum at keypa hús

Ný Sæland: Forða útlendingum at keypa hús
Í Ný Sælandi samtykti tjóðartingið í dag eina lóg, sum forðar útlendingum at keypa hús í Ný Sælandi.
 
15.08.2018 - 14:06

Grundgevingin er at fáa húsaprísirnar niður.

Ríkfólk úr USA og Kina hava keypt fleiri hús í Ný Sælandi seinastu árini, serliga í Auckland, og tað hevur ávirkað húsaprísirnar.

Tað hevur elvt til, at tey, sum búgva í Ný Sælandi, standa seg verri í kappingini á húsamarknaðinum.

Undantøk eru í lógini

Nøkur undantøk eru kortini í lógini.

Fólk við ávísum tilknýti til Ný Sæland kunnu framvegis keypa hús, og tað kunnu fólk úr Avstralia og Singapore eisini. Tey bæði londini hava fríhandilsavtalu við Ný Sæland.

Útlendingar, sum eiga hús í Ný Sælandi nú, verða heldur ikki ávirkað av lóggávuni.

Og útlendingar kunnu framvegis gera avmarkaðar íløgur í íbúðarbygningar og gistingarhús.

- Ríkir útlendingar eiga ikki at bjóða hægri enn nýsælendingar, sigur samgongutingmaðurin David Parker við The Telegraph.

- Húsamarknaðurin skal taka støði í familjunum, sum búgva í Ný Sælandi, sigur hann.

Andstøðupolitikarin Judith Collins heldur hinvegin, at lóggávan er óneyðug.

- Vit rokna ikki við, at hendan lóggávan fer at broyta nakað, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365