Macron missir ein ráðharra

Macron missir ein ráðharra
Franski umhvørvismálaráðharrin, Nicolas Hulot, leggur frá sær, tí hann er vónsvikin av, at so fá framstig eru gjørd í veðurlags- og umhvørvismálum.
 
28.08.2018 - 15:30

Nicolas Hulot sigur, at hann kunnaði ikki forsetan, Emmanuel Macron, um avgerðina at leggja frá sær. Tað skrivar Reuters.

Macron kom í dag á almenna vitjan í Danmark.

Áðrenn Hulot gjørdist umhvørvismálaráðharri, var hann sjónvarpsvertur og virkin í umhvørvismálum.

Macron, forseti, hevur nógvar avbjóðingar.

Búskaparligi vøksturin í Fraklandi er minkaður, og um vikuskiftið segði forsætisráðharrin, Edouard Philippe, at hann hevur slept politiska málinum um at minka hallið á fíggjarlógini.

Politiskir eygleiðarar í París siga, at Macron verður helst beiskur um uppsøgnina frá umhvørvismálaráðharranum, tí forsetin fekk einki at vita um hana, áðrenn hann fór til Danmarkar.

- Tað er grundleggjandi, og eisini høviskt, at ávara bæði forsetan og forsætisráðharran frammanundan, sigur ein stjórnartalsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221