Tunlar norð um Fjall í tinginum

Tunlar norð um Fjall í tinginum
Løgtingsfundur er í dag. Á skránni er millum annað eitt uppskot um tunnlarnir norð um Fjall.
 
10.09.2018 - 08:16

Tingfundur verður seinnapartin í dag.

Tingið skal í dag viðgera lógaruppskotið um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk og uppskotið hjá andstøðuni um tunlar norður um Fjall á Borðoynni.

Teir fýra flokkarnir í andstøðuni vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Verður P/f Norðoyatunnilin byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775