Trummudansur er andligur mentanararvur

Trummudansur er andligur mentanararvur
Tað sigur grønlendska landsstýrið, sum í næstum fer at senda danska mentamálaráðnum umbøn um at fáa trummudans á UNESCO-listan fyri mentanararv
Andligur mentanararvur
Mynd: sermitsiaq.ag  
 
27.09.2018 - 10:16

Umsókin verður send vegna inuittar í øllum Arktis, skrivar grønlendska kringvaprið, knr.

Grønlendska landsstýrið avgjørdi fyrr í hesum mánaðinum at senda umsóknina um trummudansin til danska mentamálaráðið. 

Tað er grønlendska tjóðsavnið, sum hevur heitt á landsstýrið um at senda umsóknina, og tey fegnast vegna inuittar í øllum Arktis.

- Tey hava ikki sjálv møguleika at søkja, tí hvørki Kanada ella USA hava staðfest hendan altjóðasáttmálan. Tí hava vit í roynd og veru søkt vegna alt arktiska fólkið, sigur Kristine Møller, stjóri fyri andliga mentanararvin á grønlendska tjóðsavninum.

Men grønlendingar mugu brynja seg við toli. Unesco fer at viðgerða og avgreiða umsóknina í desember 2020.

Onnur dømi, sum eru komin á listan hjá Unesco yvir andligan mentanararv er eitt nú yoga, sum India søkti um í 2016, skrivar knr.gl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980