Elbilar avgjaldsfríir í tvey ár afturat

Elbilar avgjaldsfríir í tvey ár afturat
Tey, sum keypa el- ella vetnisbil, skulu fáa MVG afturgoldið í 2019 og 2020, stendur í nýggjum uppskotið frá Kristinu Háfoss.
 
30.09.2018 - 11:24

Tey, sum keypa el- ella vetnisbil, skulu fáa MVG afturgoldið í 2019 og 2020. Tað sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum fríggjadagin legði uppskot fyri tingið um avgjaldsfríar el- og vetnisbilar. 

Tað hevur síðan 2017 verið møguligt hjá teimum, ið keypa sær ein el- ella vetnisbil, at fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið. Afturgjaldið kann tó í mesta lagi verða 70.000 kr. 

Í dag er ein ávísur kostnaðarmunur millum bilar, ið nýta meira dálkandi orkukeldur, í mun til el- ella vetnisbil. Men kostnaðurin av, at ogna sær el- ella vetnisbil er lækkandi, og væntandi verður ikki tørvur á stuðulsskipan eftir 2020.

El-bilar eru frítiknir frá skrásetingargjaldi, og teir rinda heldur ikki veg- og umhvørvisgjald. Ætlanin við uppskotinum er, at hesir fyrimunir skulu halda fram komandi tvey árini.

Skipanin við afturgjaldi var annars sett til at fara úr gildi 1. januar 2019, men við uppskotinum verður mælt til at halda fram við skipanini 2 ár afturat. 

Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið skal motorakfarið vera skrásett áðrenn 1. januar 2019. 

Tað eru í dag 66 elbilar skrásettir, 64 persónbilar og 2 vørubilar í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025