Ikki sett á milliónina

Ikki sett á milliónina
Enn er ikki brúkt av peninginum,ið varð settur av til at granska í søguliga tilfarinum hjá Beta.
 
10.10.2018 - 06:48

Enn er ikki sett á milliónina, sum er í fíggjarlógini ætlað til at granska tilfarið hjá partafelagnum Beta.

Talan er um tilfar hjá felagnum frá 1977 til 2006. Beta rak átta partrolarar í 30 ár.

Felagið hevur hagtøl fyri øll hesi árini um troløki, troltímar, veiðu og annað.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um milliónina og granskingina.

Hon svarar, at eingin gransking er byrjað enn. 

Men arbeitt verður við málinum, og í næstum kunnu fólk søkja um at sleppa at granska í tilfarinum hjá Beta. 

Orsøkin til, at málið hevur drigið út, er, at einki tilfar var við, tá tann eina milliónin varð sett í fíggjarlógina, sigur Rigmor Dam.

Hon sigur, at vanliga eru væl undirbygd skjøl við, sum lýsa verkætlanina, pengar skulu latast til. 

Í hesum málinum verða pengar játtaðir til at granska tilfarið hjá Beta. Eingin onnur upplýsing er, sigur Rigmor Dam.
 
Tað var eftir uppskoti úr Fíggjarnevndini, at løgtingið játtaði eina millión krónur til at granska tilfarið hjá P/f Beta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373