USA krevur upptøkur um Khashoggi útvegaðar

USA krevur upptøkur um Khashoggi útvegaðar
USA hevur nú biðið Turkaland um at útvega upptøkuna, sum prógvar, at Jamal Khashoggi varð dripin í saudiarabisku sendistovuni í Istanbul.
 
18.10.2018 - 09:52

USA hevur nú biðið Turkaland um at útvega upptøkuna, sum eftir øllum at døma vísir, at saudiarabiski journalisturin, Jamal Khashoggi, varð tikin av døgum í saudiarabisku sendistovuni í Istanbul.

Khashoggi, ið skrivaði atfinningarsamar greinar móti stýrinum í Saudi Arabia, varð seinast sæddur 2. oktober, tá hann fór inn á sendistovuna. Eisini verða 15 saudiskir agentar sæddir fara inn á sendistovuna aftaná tíðindamannin, og sambært New York Times hava í øllum fýra av teimum samband við kongshúsið í Saudiarabia.

Kongshúsið hevur sagt seg einki hava við drápið at gera.

Upptøkan, sum turkiskir myndugleikar siga seg sita inni við, skal prógva, at journalisturin varð tikin av døgum, og á upptøkini er málið á saudiarabiska sendimanninum í Turkalandi, Mohammed al-Otaibi, eisini at hoyra.

Donald Trump sigur seg ikki halda, at turkar lúgva um upptøkuna, men hann vil síggja prógvini fyrst.

Hendingin á sendistovuni í Turkalandi hevur lagt sambandið millum Saudiarabia og fleiri lond í vesturheiminum undir trýst. 

Serliga USA og Saudiarabia hava sterk handilssambond. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377