Nevndin í ognarfelagnum nýggjan lim

Nevndin í ognarfelagnum nýggjan lim
Nevndin í Ognarfelagi tryggingartakaranna hevur fingið nýggjan lim fyri Birgir Nielsen, Ragnar Joensen er nýggjur nevndarlimur
 
29.10.2018 - 09:57

Ragnar Joensen, sjálvstøðugur vinnurekandi, er nýggjur nevndarlimur í Ognarfelagi tryggingartakaranna.

Hann varð valdur á eykaaðalfundi fríggjadagin. 

Ragnar Joensen, sum fæst við aling, kemur í nevndina í staðin fyri Birgir Nielsen, sum fór úr nevndini fyrr í ár.

Hini í nevndini eru Aslaug Gisladóttir, forkvinna, Gunn Danielsen er næstforkvinna, Karl Birgir Isaksen, Arni D. Brattaberg eru nevndarlimir og í nevndini eru eisini trý umboð fyri starvsfólkini í Betri.

Teitur Poulsen er eisini farin úr nevndini. Hann fór, tá Ben Arabo var koyrdur sum forstjóri.

Nevndarlimur fyri hann verður tó ikki valdur fyrr enn á aðalfundinum næsta vár. 

Umboðsráðið, 35 fólk, velur seks fólk í nevndina hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.

Tilnevningarbólkurin hjá ráðnum innstillaði tvey fólk til nevndarvalið á eykaaðalfundinum fríggjadagin. 

Ragnar Joensen fekk fleiri atkvøður og varð valdur í nevndina.    

Fólkini í nevndini í Ognarfelagi tryggingartakaranna eru eisini í nevndini í P/f Betri, sum er móðurfelag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heimi. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763