- Tíðindi, mentan og ítróttur
Novembur metheitur í Norra

Tað hevur ongantíð fyrr verið so heitt ymsa staðni í Norra í november mánað, sum mikudagin í hesari vikuni. Meðan hitamátarin í Bergen nærkaðist frostmarkinum um hesa tíðina í fjør, var støðan ein heilt onnur fyri fýra døgum síðani.
Mikudagin kom hitin í Flesland í Bergen upp á 16,4 stig, sum eisini er nýtt met har um leiðir í november mánað. Í Kråkenes á vesturlandinum, nakað sunnan fyri Aalesund, kom hitamátarin kortini væl longur upp enn tað mikudagin.
Í Kråkenes kom hitamátarin mikudagin upp á 19,2 hitastig, sum eisini er nýtt met fyri hesa árstíðina. Ongantíð áður hevur tað verið so heitt har um leiðir í november mánað.
Væl kaldari inni í landinum
Tað var serliga á vesturlandinum í Norra, at tað var óvanliga heitt mikudagin í hesari vikuni, sambært norska veðurstovninum, Meteorologisk instistutt.
Meðan hitin hesa árstíðina á vesturstrondini í Norra kann sníkja seg upp á 10-12 hitastig, lá hitin mikudagin nógva staðni millum 15 og 17 hitastig.
Stórur munur var kortini á hitanum, sum varð mátaður við norsku vesturstrondina, og hitanum, sum varð mátaður inni í landinum; har vórðu bara mátað fimm-seks stig.
























