ÍF styrkir hópin við klaksvíkingi

ÍF styrkir hópin við klaksvíkingi
ÍF hevur skrivað sáttmála við 30 ára gamlan miðvallara úr Klaksvík
Mynd: Palli Vang  
 
22.11.2018 - 10:39

Føroysku fótbóltsfeløgini brúka veturin til at gera seg klár til komandi kappingarár, sum byrjar í mars mánaði.

ÍF skrivar í dag á heimasíðuni, at hópurin er styrktur við 30 ára gamla miðvallaranum, Henry Heinesen, sum kemur úr KÍ. 

Henry Heinesen hevur spælt 95 dystir í bestu deildini fyri KÍ, men seinastu trý árini hevur hann bara umboðað næstbesta liðið hjá klaksvíkingum.

Hetta verður fyrstu ferð, at Henry Heinesen, sum eisini kann spæla í miðverjuni, fer at umboða nakað annað felag enn KÍ.

mynd: Palli Vang

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952