Ógvuslig spreinging kostað trý mannalív

Ógvuslig spreinging kostað trý mannalív
Trý eru deyð og 47 særd eftir ógvusliga spreinging í Paris í morgun
 
12.01.2019 - 18:14

Tíggju teirra eru álvarsliga særd, eru boðini frá franska innanríkisráðharranum. Hann sigur somuleiðis, at tvey av teimum deyðu fólkunum eru sløkkiliðsfólk.

Sambært spanska uttanríkisráðnum er triðja fólki ein sponsk kvinna, sum ferðaðist í Frankaríki.

Spreingingin hendi á einum bakaríi ella skamt har frá. Sambært fronsku myndugleikunum vóru sløkkiliðsfólk til staðar og kannaðu ein gassleka, tá spreingin var.

Myndugleikanir gera somuleiðis greitt, at higartil bendir alt á, at talan var um eitt óhapp.

Innanríkisráðharrin hevur vitjað á vanlukkustaðnum. Hann sigur, at omanfyri 200 sløkkiliðsfólk hava verið partur av bjargingararbeiðinum og at tey hava tamarhald á støðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026