100 ára minningarhald fyri Skarðs bygd

100 ára minningarhald fyri Skarðs bygd
Leygardagin eru 100 ár síðani seinastu búfólkini fluttu av Skarði, og dagurin verður hildin við ymiskum tiltøkum
Mynd: Kvf.fo  
 
23.01.2019 - 11:35

Lutir av Skarði verða sýndir fram í Miðstovuni í Klaksvík,  um viðrar verður gongutúrur frá Haraldssundi til Skarðs - Brandur í Kongsstovu verður ferðaleiðari, og minnisløta verður í Spaniastovu í Klaksvík við sangi og fyrilestrum.

M.a. fer Hanus G. Johansen at greiða frá einum brævi, sum sigur frá einari hending á Skarði, og eisini verða filmsbrot av Skarði víst.
Og sunnudagin verður minningargudstænasta í Kunoyar kirkju, har Jógvan Fríðriksson prædikar.

Til ber at fylgja við í skránni á facebook í bólkinum Felagið Skarðsbygd.

Í Kringvarpinum

Í sjónvarpinum leygarkvøldið endursenda vit sendingina "Tá gløðurnar sortnaðu", um bygdina Skarð, sum tollaksmessudag 1913 í ódnarveðri misti allar arbeiðsførar menn á útróðri og varð avtoftað. Seinastu fólkini fluttu úr bygdini í 1919.

Tá gløðurnar sortnaður verður send kl. 20.20. Tórður Mikkelsen legði sendingina til rættis.

Í útvarpinum leygarkvøldið kl. 7 kemur sendingin Tollaksmessudagur 1913, - sum eisini er ein sending um Skarðs bygd. Kári Sólstein leggur til rættis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762