Amerikonsk lóg elvir til føroyska lóg um kóp

Amerikonsk lóg elvir til føroyska lóg um kóp
Ein amerikonsk lóg er ein orsøkin til, at lógaruppskot er gjørt í Fiskimálaráðnum, sum skal skipa kopaveiðina við Føroyar
Ein føroysk lóg um kóp er á veg.
 
28.01.2019 - 13:07

Ein amerikonsk lóg er ein orsøkin til, at lógaruppskot er gjørt í Fiskimálaráðnum, sum skal skipa kopaveiðina við Føroyar.

Amerikanska lógin setir londum, sum selja USA fisk og fiskavørur, krøv.

Krøvini eru um havsúgdjór, sum eru hjáveiða í fiskiskapi, og um kóp, sum alibrúk drepa.

Skal føroyskur laksur útflytast til USA, skal landið, í hesum føri Føroyar, seta forboð fyri at drepa kóp tilætlað í sambandi við alivirksemi.

Eingin serstøk lóg er í Føroyum um kóp.

Men serstakt loyvi kann skjótt latast til burðardygga kópaveiðu í Føroyum, og alifeløg kunnu fáa loyvi at taka kóp í samband við alivirksemi.

Havstovan skal tó frammanundan geva tilmæli um slík loyvi. 

Myndugleikarnir skulu hava fráboðan um alla kópaveiðu. 

Alilóg broytt

Tá alilógin varð broytt í fjør, skulu alifeløg boða frá, hvussu nógvan kóp, tey taka, ella hvussu nógvur kópur doyr av øðrum orsøkum í sambandi við alivirksemi.

Hóast eingin kópur er veiddur við Føroyar í hálva øld, er stovnurin minkaður.

Fyrr vóru okkurt um 3.000 láturkópar í Føroyum, men nú er stovnurnin mettur at vera okkurt um 1.000 til 2.000 kópar. 

Nógvur kópur varð tikin frá 1963-1967, tá virðisløn varð latin fyri hvønn dripnan kóp.

Men síðani tann skipanin steðgaði, hevur eingin kópaveiða verið í Føroyum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576