Grótbrotið á Glyvursnesi ov lítið

Grótbrotið á Glyvursnesi ov lítið
Tórshavnar kommuna noyðist at keypa meira enn tíggju prosent afturat av Glyvursnesi til grótbrotið har
Grótbrotið á Glyvursnesi er vorðið ov lítið.
 
29.01.2019 - 07:32

Tórshavnar kommuna noyðist at keypa meira enn tíggju prosent afturat av Glyvursnesi til grótbrotið har.

Tá arbeiðið at víðka eystara havnarlagið í Havn byrjaði, vórðu 92.000 fermetrar av lendi keyptir frá Búnaðarstovuni til grótbrot.

Nú er vorðið greitt, at brúk er fyri 300.000 rúmmetrum av gróti afturat til útfyllingina. Tí er neyðugt at keypa meira lendi til grótbrotið.

Tórshavnar býráð fer tí hóskvøldið at taka støðu til at keypa 9.500 fermetrar afturat av Glyvurnesi til grótbrotið.

Keypt verður fyri 885.000 kr., sum verða tiknar av íløgujáttanini til at víðka Skansabryggjuna og eystara havnarøki. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860