Fyrsti partur av útbyggingini liðugur í summar

Fyrsti partur av útbyggingini liðugur í summar
Talan er um verandi mola í Havn, sum verður breiðkaður 40 metrar, upp í 120 metrar
Útbyggingin verður liðug stutt eftir ársskiftið.
 
30.01.2019 - 08:25

Fyrsti parturin av nýggju havnini í Havn verður liðugur í summar.

Talan er um verandi mola, sum verður breiðkaður 40 metrar, upp í 120 metrar.

Tá kunnu skip liggja við 300 metra langa bryggju báðumegin.

Tað, sum tá er eftir, verður liðugt fyrst í 2020, sigur Jónsvein Lamhauge, stjóri í Tórshavnar havn.

Arbeiðið, sum byrjaði í 2017, verður dýrari enn ætlað, sigur hann, men hvussu nógv dýrari, veit hann ikki enn.

Oljan dýrari

Millum annað er oljan vorðin nógv dýrari enn hon var, tá sáttmálin um arbeiðið varð gjørdur. Og lønirnar eru hækkaðar.

Óvæntað viðurskifti eru eisini. Millum annað er botnurin á einum staði soleiðis háttaður, at grótið søkkur nakað niður í hann.

Og grótið hevur í støðum sett seg meira enn væntað.

Millum fimm og seks prosent av byggikostaðinum eru løgd uppfyri. Og tey verða í øllum førum brúkt, sigur Jónsvein Lamhauge.

Sambært sáttmálanum kostar arbeiðið 465 mió. kr.

Meira grót

Tórshavnar kommuna noyðist at keypa meira enn tíggju prosent afturat av Glyvursnesi til grótbrotið har.

Tá arbeiðið at víðka eystara havnarlagið í Havn byrjaði, vórðu 92.000 fermetrar av lendi keyptir frá Búnaðarstovuni til grótbrot.

Nú er vorðið greitt, at brúk er fyri 300.000 rúmmetrum av gróti afturat til útfyllingina. 

Tórshavnar býráð fer tí hóskvøldið at taka støðu til at keypa 9.500 fermetrar afturat av Glyvurnesi til grótbrotið.

Keypt verður fyri 885.000 kr., sum verða tiknar av íløgujáttanini til at víðka Skansabryggjuna og eystara havnarøki. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860