Stríðsval í FSF

Stríðsval í FSF
Fleiri eru um boðið til nevndarsessirnar í Starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya
Mynd: Hans Erik Danielsen  
 
07.02.2019 - 10:20

Leygardagin 16. februar verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Á skránni er millum annað val til starvsnevndina hjá FSF.

Tríggir standa fyri vali hesaferð. Teir eru Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen.

Freistin at stilla valevni upp til komandi aðalfund var úti á midnátt mikukvøldið, og inn eru komin seks uppskot.

Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen eru uppstillaðir aftur. 

Harafturat verða Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen eisini millum valevnini á aðalfundinum um eina viku.

Sostatt eru seks uppstillaðir til tríggjar sessir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815