Allir veðhavarar góðtóku fríu søluna

Allir veðhavarar góðtóku fríu søluna
Allir veðrættarhavar í garnaskipinum Anitu góðtóku, at skipið varð selt fyri 14,7 mió. kr. í fríari sølu
Anita hevur ligið í Spania í næstan fimm ár.
 
07.03.2019 - 13:00

Allir veðrættarhavar í garnaskipinum Anitu góðtóku, at skipið varð selt fyri 14,7 mió. kr. í fríari sølu.

Tað sigur Óla Jákup Kristoffersen, bústjóri í trotabúnum P/f Seta..

Og tað er selt einum reiðaríi í Vigo í Spania, sum eitur Worldwide Fishing Company. 

Samstundis er Anita ikki longur undir føroyskum flaggi. 

P/f Seta, sum átti Anitu, verður viðgjørt sum trotabúgv í Skifirættinum.

Á fundi í Skiftirættinum 5.oktober í fjør varð upplýst, at Realurin er fyrsti og størsti veðrættarhavi í Anitu. Kravið hjá Realinum er okkurt um 13 mió. kr.

Annan veðrætt hevur nú fyrrverandi spanski eigarin í Anitu, Angel Pego Vidal. Tann veðrætturin er fýra milliónir krónur.

Stríð at fáa á tvingsilsuppboð

Tað er ov nógv stríð at fáa eitt skip úr Spania til Føroya at selja á tvingsilsuppboði her, so skipið varð selt í fríari sølu.

Realurin gjørdi eisini nakrar royndir at selja bæði í Føroyum og uttanlands.

Skrásetingin sendi Skiftirættinum partafelagið Seta til tvingsilsavtøku í juni í fjør.

Orsøkin var, at felagið hevur bara ein nevndarlim. Teir skulu vera í minsta lagi tríggir.

Aðru ferð í Skiftirættinum

Felagið varð eisini sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku í 2017, tí tað hevði ikki latið roknskap fyri 2016. 

Men tann roknskapurin kom tó seinni.

Partafelagið varð tá tikið úr Skiftirættinum aftur.

Felagið helt fram við nýggjari nevnd og broyttum viðtøkum, men er nú aftur endað í Skiftirættinum. 

Skipið hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá tað fyrst misti ein mann og síðani varð tikið fyri at hava ov nógv gørn.

Anita hevur ligið í Spania síðani tá. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595