Alarmurin var ikki virkin og róðursmaðurin durvaði

Alarmurin var ikki virkin og róðursmaðurin durvaði
Brúgvarvaktaralarmurin var ikki virkin, og sum skilst durvaði tann, sum hevði vaktina á brúnni
Olga Maria er trolbátur
 
09.04.2019 - 09:20

Tí sigldi trolbáturin Olga Maria á land undir Húsaeið í Kalsoynni um náttina 4. apríl i fjør. Sjóvinnustýrið hevur gjørt frágreiðing um óhappið.  

Eingin mannskaði stóðst av óhappinum. Skipið fekk onkran smávegis skaða á lúnningina, og skrúvudýsan fekk eisini skaða. Skipið slapp sjálvt av aftur. Fýra mans vóru við Olgu Mariu.

Á skipasmiðju

Eftir at hava avreitt í Leirvík sigldi Olga Maria til Havnar, har skipið fór á beding. Tann, sum stýrdi, hevur greitt Sjóvinnustýrinum frá, at hann hevði arbeitt í hálvtannað samdøgur út i eitt, meðan teir fyltu skipið.

Hann var linur og helst durvaður, tí hann hevði ikki varnast, at skipið sigldi á land, fyrr enn tað stoytti móti klettinum.

Brúgvarvaktaralarmurin var ikki virkin, tá óhappið hendi. Hann eigur at boða frá, um tann, sum stendur við róðrið, til dømis durvar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751