Stjórnarráð: Mueller-frágreiðing kunngjørd í dag

Stjórnarráð: Mueller-frágreiðing kunngjørd í dag
Kongressin fær í dag samanskrivaðu frágreiðingina, sum eisini verður kunngjørd fyri almenninginum í USA
Amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, hevur ávarað um, at partar av Mueller-frágreiðingini mugu strikast út, tí upplýsingarnar eru ov viðkvæmar fyri almenningin
Mynd: AP  
 
18.04.2019 - 14:49

Russland-frágreiðingin frá serliga ákæranum, Robert Mueller, verður eftir ætlanini kunngjørd í dag, upplýsir amerikanska løgmálaráðið, sambært tíðindastovuni Ritzau.

Samanskrivaða frágreiðingin skuldi eftir ætlanini sendast Kongressini í dag, og eisini kunngerast fyri almenninginum í USA, sigur Kerri Kupec, talskvinna hjá løgmálaráðnum.

Frágreiðingin 400 síður

Fyrrverandi FBI-ovastin, Robert Mueller, varð í farna mánað liðugur við frágreiðingina, sum til samans er umleið 400 síður til longdar.

Frágreiðingin varð tá handað nýútnevnda løgmálaráðharranum, William Barr, ið síðani sendi út ein fýra síður langan samandrátt.

Frágreiðingin fríkendi Donald Trump og hansara stuðlar í at samstarva við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun á forsetavalinum í 2016.

Taka ikki støðu til ákæru

Tað kom fram tá, at Robert Mueller ikki vildi taka støðu til, um ákæra skal reisast móti Donald Trump fyri at royna at forða kanningararbeiðinum.

Ta niðurstøðuna komu amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, og varamaður hansara, Rod Rosenstein til tá.

Tá gingu bara fýra dagar frá Mueller og hansara fólk komu við frágreiðingini til løgmálaráðharrin kom við sínum samandrátti av frágreiðingini.

Nógvir demokratar gjørdust bilsnir

Nógvir demokratar vórðu bilsnir um, at løgmálaráðharrin, Barr, eftir so stuttari tíð kundi koma við teirri niðurstøðuni, at forsetin og fólk hansara einki skeivt høvdu gjørt.

Demokratarnir halda, at løgmálaráðharrin, William Barr, skundaði sær til eina niðurstøðu, sum var til fyrimunar fyri amerikanska forsetan, Donald Trump.

Seinastu vikurnar hevur eitt toymi í løgmálaráðnum gjøgnumgingið frágreiðingina hjá Mueller, fyri at strika útyvir upplýsingar, sum kunnu metast at vera ov viðkvæmar fyri almenningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854