Pressufrælsið hevur tað best í Noregi

Pressufrælsið hevur tað best í Noregi
Felagsskapurin, Reportarar uttan landamørk, hevur í nýggjari frágreiðing almannakunngjørt listan um, hvussu pressufrælsið virkar kring um í heiminum
 
18.04.2019 - 18:12

Sambært listanum virkar pressufrælsið best í Noregi, nummar tvey er Finnland, sum annars var á ovasta plássi í fjør. Á triðja plássi er Svøríki. Og hyggja vit at hinum norðurlondunum, so liggur Danmark á 5. plássi og Ísland á 14. plássi.

Frágreiðingin vísur, hvussu hatur og harðskapur móti journalistum í nógvum londum ger teir bangnar.

T.d. í Fraklandi, sum liggur á 32. plássi, har mótmælistiltøkini hjá Gulu Vestunum hava borið í sær, at journalistar, sum hava dekkað mótmælistiltøkini ikki tora at arbeiða uttan lívverju.

USA er nr. 48. 

Pressufrælsið hevur ovurstóran týdning, tí journalistar viðgera samfelagið. Grundalagið fyri pressufrælsinum er, at tað skal bera til at kjakast, kunna og viðgera.

Tað merkir, at tað er bannað myndugleikum at sensurera tað, sum er sagt, skrivað ella víst, skrivar felagsskapurin.

Russland er nr. 149, tí Kreml ávirkar journalistar og sensurerar ikki-statsstýrdar fjølmiðlar.

Í hinum endanum á listanum liggur NOrðurkorea nú ikki longur niðast, - pressufrælsið hevur tað ringast í Turkmenistan.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952