Tveir mans handtiknir fyri dráp

Tveir mans handtiknir fyri dráp
Tveir ungir mans við tilknýti til bólkin, the New IRA, eru handtiknir fyri drápið á 29 ára gamla journalistin, Lyra McKee, í Norðurírlandi
29 ára gamla Lyra McKee var rakt av skoti hóskvøldið
 
20.04.2019 - 11:34

Løgreglan í Norðurírlandi hevur handtikið tveir ungar menn í sambandi við drápið á journalistin Lyra McKee, hóskvøldið, upplýsir løgreglan sambært BBC og Reuters tíðindastovuni í dag.

29 ára gamli journalisturin varð rakt av einum skoti í Londonderry, eftir at  ófriður brast á í gøtunum í býnum seint hóskvøldið. 

Tveir menn handtiknir

Løgreglan heldur, at ein bólkur, sum kallar seg The New IRA, stendur aftanfyri ófriðin hóskvøldið. Handtiknu menninir eru 18 og 19 ára gamlir.

Teir hava tilknýti til bólkin, sum er sprottin úr gamla yvirgangsfelagsskapinum IRA, og sum í fleiri førum hevur fingið gamlar ósemjur at kykna upp aftur seinastu árini.

Menninir eru ákærdir eftir lóg um yvirgang, sigur løgreglan. Lyra McKee varð koyrd á sjúkrahúsið, men doyði av løstunum. Tað var helst ikki tilætlað, at hon var rakt, heldur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595