SAS-verkfallið stendur við: 709 fráferðir avlýstar

SAS-verkfallið stendur við: 709 fráferðir avlýstar
Norski semingsmaðurin heldur fram við royndini, at finna semju millum flogfelagið og flogskipararnar
Øll flogførini hjá SAS standa still í hesum døgum, nú verkfall er. Her í Oslo Gardermoen
Mynd: AP  
 
02.05.2019 - 07:39

Norski semingsmaðurin, Mats Wilhelm Ruland, heldur fram við royndini at finna semju ímillum SAS og flogskipararnar, sum eru í verkfalli. Tað boðaði hann frá klokkan 9 í gjárkvøldið, skrivar Ritzau.

Hann segði tá, at tað framvegis var langt ímillum partarnar, men gongdin var í samráðingunum og tí fór hann at halda fram so leingi sum hann metti tað vera neyðugt.

Kunningarstjórin hjá SAS í Noreg, Knut Morten Johansen, segði seinnapartin í gjár, at felagið miðaði eftir at byrja aftur at flúgva klokkan tvey í dag.

 >> SÍ EISINI Ferðafólk fáa ikki endurgjald

Yvir 1400 flogskiparar hjá SAS hava verið í verkfalli síðani fríggjadagin, tí semja fekst ikki um lønina, arbeiðstíðirnar og arbeiðsskipaninar.

Aftur í dag avlýsir SAS 709 fráferðir, og tað fer at ávirka 54.000 ferðafólk. Felagið boðar frá, at fólk, sum hava ferðaseðil til 5. mai, kunnu leggja ferðina um, ella fáa pengarnar aftur.

Nú eru yvir 4.000 ferðir avlýstar og 382.000 ferðafólk eru rakt av verkfallinum, vísa tøl frá SAS. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723