Bretskt blað: May leggur frá sær í morgin

Bretskt blað: May leggur frá sær í morgin
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, leggur frá sær í morgin, veit blaðið The Times at siga
 
23.05.2019 - 09:21

Theresa May fer at boða frá avgerðini í Downing Street nummar 10 í morgin, sambært blaðnum, The Times. Tíðindini eru ikki váttað.

Stórt trýst hevur verið á Theresu May seinastu dagarnar, og hon hevur fingið fleiri áheitanir um at leggja frá sær, nú bretar í dag fara til ES-val, hóast teir eru á veg úr ES.

May mist stuðulin í tingbólkinum

Í gjár legði Andrea Leadsom, samgonguleiðari fyri Undirhúsið, frá sær. Andrea Leadsom fer væntandi at bjóða Theresu May av.

Sambært blaðnum, The Times, hevur Theresa May mist stuðulin í tingbólkinum hjá flokkinum, og nú eisini í stóran mun stuðulin í stjórnini.

Andrea Leadsom er 36. ráðharrin, sum gevst ta tíðina, Theresa May hevur verið stjórnarleiðari í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138