Almennir pengar stimbra vitan um aling

Almennir pengar stimbra vitan um aling
2018 var fyrsta árið av trímum í nýggja granskingarsáttmálanum millum Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 
Fiskaaling granskar alivinnuna.
 
01.06.2019 - 11:50

Almennir pengar gera, at Føroyar fáa meira at vita um aling.

P/f Fiskaaling hevur havt aðalfund.

Vinnumálaráðið sigur, at fíggjarliga grundarlagið hjá Fiskaaling er árliga játtanini í fíggjarlógini til havbúnaðarroyndir. 

Hendan almenna játtanin tryggjar, at Fiskaaling heilt ella lutvíst hevur møguleika at fíggja verkætlanir, sum geva okkum vitan um aling. 

Afturat almennu pengunum eru inntøkur frá ymiskum tænastum, sum Fiskaaling veitir føroysku alivinnuna, og altjóða stuðul í sambandi við ymiskar granskingarverkætlanir.

Fyrsta árið

2018 var fyrsta árið í nýggja granskingarsáttmálanum millum Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. 

Sáttmálin er galdandi árini 2018-2020.

Fiskaaling hevði 11 granskingarverkætlanir í fjør, og harafturat hevði felagið slakar 30 tænastu- og ráðgevingaruppgávur.

P/f Fiskaaling, sum landið eigur, hevði tvær milliónir krónur í vinningi í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025